UM FELAGIÐ
Eigarafelagið hjá okkum eitur Eigaraíbúðarfelagið undir Svartafossi.
Í nevndini sita:
| Sven Nørspang, formaður | Tel. 261647 | s.norspang@gmail.com |
| Gunnlaugur Sighvatsson, næstformaður/skrivari | Tel. 285888 | gunnlaugur.sighvatsson@gmail.com |
| Tórhalla Simonsen, kassameistari | Tel. 297361 | torhallas@av.fo |
Vit viðmæla øllum at melda seg inn í facebook bólkin eigaraíbúðarfelagið undir svartafossi, her leggja vit allar viðkomandi upplýsingar á, umframt viðtøkur felagsins.
Eigarafelagið hevur bert beinleiðis samskifti við eigarar av íbúðunum. Um ein íbúð er leiga út, so eru allar fíggjarligu bindingar og ábyrgd ellars ímillum eigarana og leigaran av íbúðini, sí viðtøkur felagsins. Eigarin hevur fulla ábyrgd av at leigarin heldir allar reglur.
Minst til, at vit hvør sær hava ábyrgd av at alt gongur rætt og skilagott fyri seg. Tí skula vit fara væl um, og hjálpa hvør øðrum at gera umráði hugnaligt og ruddiligt.
Øll ið búgva her, bæði leigarar og eigarar hava ábyrgd til at halda umráði rundanum íbúðirnar reint og ruddiligt, hetta inniber til dømis eisini at reinsa ókrút millum flísarnar burtur.
Gjald av hita og heitum vatni:
Vit gjalda eitt a-konto gjald. Stødd av íbúðum er ymisk, tí brúkar eigarafelagið fýra ymiskar støddir, t.e. 65-88-105 og 190 m2
| 65 m2 | gjalda 500,- kr |
| 88 m2 | gjalda 600,- kr |
| 105 m2 | gjalda 700,- kr |
| 190 m2 | gjalda 1200,- kr |
Upphæddin skal gerast sum ein føst flyting uml. 20. Í hvørjum mánaða á konto nr. 9181-579.302.7
Viðmerkjast sum avsendari skal skrivast: Hiti, íbúðarnummar (t.d. Hiti 12A), onki annað.
Broytingar hesum viðvíkjandi fáa tit boð um tá vit eru komin á mál við hesum.
Limagjald hjá verðandi eigarum:
5,- kr. pr. m2. Upphæddin skal vera ein føst flyting, ið verður flutt síðst í hvørjum mánaði á konto nr. 9181-601.872.8
Viðmerkjast sum avsendari skal skrivast: Limagjald, íbúðarnummar (t.d. Limagjald 12A) onki annað.
Íbúðarstøddirnar eru ymiskar, men eigarafelagið brúkar bert fýra ymiskar støddir, t.e. 65-88-105 og 190 m2. Tað eru hesar íbúðarstøddir, ið vit gjalda limagjald eftir:
| 65 m2 | gjalda 325,- kr |
| 88 m2 | gjalda 440,- kr |
| 105 m2 | gjalda 525,- kr |
| 190 m2 | gjalda 950,- kr |
Limagjald fyri nýggjar eigarar í nr. 10 og 26:
900 kr pr. mánað. Upphæddin skal gerast sum ein føst flyting uml. 20. í hvørjum mánaði á konto nr. 9181-601.872.8. Henda upphædd skal gjaldast í tvey ár. Síðani verður goldið sum núverandi eigara gera.
Viðmerkjast sum avsendari skal skrivast: Limagjald, íbúðarnummar (t.d. Limagjald 12A), onki annað.
Fasta gjaldi til hita og limagjald skal stovnast beinanvegin flutt verður inn, og boðast skal frá hesum til eigaraíbúðarfelagið.
Ruskbingjur:
Ruskbingur verða tømdar hvønn týsmorgun, tó papp/pappír 6. hvørja viku. Pappkassar skula leggjast saman og skerast í minni stykkir. Stórt papp frá flyting skal ikki í bingjurnar. Hetta skal eigarin sjálvur beina burtur. Lívrunnið burturkast skal burturbeinast á brennistøðini á Hjalla. Glas, battarí og annað vandamikið burturkast skal ein sjálvur beina burtur. Bundið skal vera fyri posar við húsarhaldsruski, og ruskið skal annars skiljast sambært galdandi reglum. Tað skal ikki fyllast meiri í bingjurnar enn at lokið kann fáast væl aftur. Tað er strangliga bannað at seta rusk við síðuna av bingjunum.
Parkering av bilum:
Tað er avmarkað við parkeringsplássum, tí er tað bert pláss fyri einum bili pr. íbúð. Tað er bert loyvt at parkera vanligar persónbilar á økinum.
- Handikapp plássini eru bert fyri handikappbilar, ið vísa tað bláa skeltið sjónliga.
- Tað er ikki loyvt at parkera við vaskiplássini.
- Gestir kunna bert parkera við gestaplássini.
- Tað er upp til eigaran/leigaran at halda hesar reglur.
Løðistøðir:
Bert el-bilar hava loyvi til at standa á plássum til løðistøðir. Bilarnir skula flytast, tá løðingin er liðug.
Húsdjór:
Tað er ikki loyvt at fóðra fuglum uttanfyri, av tí hetta lokkar fuglum, mús og rottum til økið.
Viðvíkjandi húsdjórum verður serliga viðmerkt, at hesi verða hildin soleiðis, at hetta ikki er til ampa fyri ogn ella aðrar íbúgvar. Hundar skula vera í bandi, tá teir eru uttandura. Hundaeigarar hava skyldu til at taka upp eftir hundinum hjá sær.
Altanir og trappur:
Hesi hoyra til hvørja einstøku íbúð, og skula tí eisini haldast viðlíka av eigaranum.
Viðlíkahald uttandura:
Allar eigarar skula vera við til at halda umráðið uttanfyri reint og pent. Tær niðastu íbúðirnar eiga hvør sær, at halda flísarnar reinar, og fríðar fyri ókrúti.
Hitapottur:
Tað er ikki loyvt at hava hitapott.
Gildiskoma og broytingar:
Broytingar kunna einans gerast á aðalfundi felagsins.
Hendan íbúðarreglugerð er samtykt á aðalfundi tann 14. mai 2025