Viðtøkur

Viðtøkur

fyri

Eigaraíbúðarfelagið undir Svartafossi, Tórshavn

Navn, heimstaður og endamál

§ 1

Navn felagsins er ”Eigaraíbúðarfelagið undir Svartafossi, Tórshavn”.

Heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2

Endamál felagsins er:

  • A: at taka sær av øllum felags áhugamálum limanna í sambandi við framtíðar viðlíkahald og umsiting av felagsútbúnaði og felags ogn og ábyrgdarøki, og í slíkum málum at umboða limirnar, herundir mótvegis Tórshavnar kommunu og øðrum almennum stovnum.
  • B: at røkja felags áhugamál limanna sum íbúðareigarar, herundir at hava umsorgan fyri, at eingin av íbúgvunum í nýtslu sínari av ognini ger nakað, sum spillir dámin av økinum ella á annan hátt er til ampa fyri grannarnar, umframt at røkja tær skyldur og rættindi, sum eru lagdar til eigarafelagið sambært eigaraíbúðarlógini.

Limir felagsins

§ 3

Limarætt og limaskyldu í eigarafelagnum hava allir núverandi og komandi eigarar av eigaraíbúðum undir matr.nr. 1401c, Tórshavn.

Limaskapur í eigarafelagnum, við teim skyldum og rættindum, sum hartil hoyra, og ognarrættur til ta einstøku eigaraíbúðina skulu støðugt hoyra saman.

Felagið við nevnd felagsins er vegna eigarafelagið rættur sakarmálspartur fyri øll felags rættindi og skyldur, og er Føroya Rættur rætt verndarting fyri allar trætur í eigaraíbúðarviðurskiftum, tað veri seg eigaranna sínámillum og teirra millum og felagið í mun til felags viðurskifti.

Reglugerð nr. 83 frá 18. novembur 1970 fyri eigarafeløg (normalkunngerðin) sbrt. løgtingslóg nr. 12 frá 1970 um eigaraíbúðir er galdandi, har annað ikki fylgir av hesum viðtøkum.

§ 4

Limirnir ábyrgdast við tí limagjaldi, teir hava skyldu at rinda sambært § 3 í hesum viðtøkum.

Aðalfundurin

§ 5

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki eigarafelagsins.

§ 6

Ársaðalfundur verður hildin innan 1. Juni mánaða við hesi skrá:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári, og núverandi støða
  3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi fyri farna árið
  4. Viðgerð og góðkenning av framløgu og ársroknskapi
  5. Áseting av limagjaldi og hitagjaldi
  6. Innkomin mál
  7. Val av nevndarlimum
  8. Val av 2 tiltakslimum
  9. Val av grannskoðara
  10. Ymiskt

§ 7

Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum, eftir støddini á íbúðina sum er tinglýst.

Hitagjaldið fyri hvørja einstaka íbúð skal verða sambært fjarlesara í hvørjari íbúð sær.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Aðalfundurin verður hildin í Tórshavnar kommunu og fundarboð verða kunngjørd á Facebook bólkinum ( eigaraíbúðarfelagið undir svartafossi, Tórshavn ) umframt við Teldupostið. Boð verða send limunum í minsta lagi 14 dagar undan fundinum.

Innkomin mál skula vera nevndini í hendi, í seinasti lagi 8 dagar undan aðalfundinum

Rætt til at møta á fundi hava limir felagsins og persónur, sum hevur fingið fulltrú at møta vegna lim. Eingin kann hava meira enn eina fulltrú.

Hvør íbúð hevur eina atkvøða

Um tað, sum fer fram á aðalfundi, verður frágreiðing skrivað í gerðabók, góðkend av nevndini. Frágreiðingin verður undirskrivað av fundarstjóranum og nevndarformanninum.

Allar avgerðir verða tiknar við atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið fallið.

Einans á aðalfundinum kunnu viðtøkurnar verða broyttar.

Til viðtøkubroytingar krevst 2/3 meiriluti frá limum, sum eru møttir á aðalfundinum.

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tørv vera á tí, ella tá minst 1/4 av limunum krevja tað, til viðgerð av ávísum máli, ella tá tað er samtykt á aðalfundi.

Í sambandi við avhendan av íbúðum er, hóast omanfyristandandi, hesar serreglur ella skiftisreglur galdandi um eykaaðalfund:

1. Eykaaðalfundur skal verða hildin, tá seinasta íbúðin í verkætlanini er avhendað.

    Á skrá til nevndu eykaaðalfund er nevndarval og ymiskt. Um eykaaðalfundurin fellur saman við, at ársaðalfundur skal verða, fellur rætturin ella kravið um nevnda eykaaðalfund burtur.

    Nevndin

    § 8

    Felagið verður stýrt av eini 3-mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi fyri 2 ár í senn.

    Tiltakslimir verða valdir fyri 1 ár í senn.

    Fyrsta nevndin verður vald á stovnandi aðalfundinum.

    Nevndin fær fulltrú til at fremja endamál eigarafelagsins og umboðar felagið úteftir.

    § 9

    Um tað, sum fer fram á nevndarfundi, verður frágreiðing skrivað í gerðabókina.

    § 10

    Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivari og kassameistara. Nevndarformaðurin og nevndarlimirnir kunnu fáa samsýning fyri arbeiði sítt.

    Uppskot til nevndu samsýning verður sett fram av nevndini og skal góðtakast av aðalfundinum.

    § 11

    Nevndin er viðtøkufør tá í 3 nevndarlimir/tiltakslimir eru á fundi. Tiltakslimir luttaka á nevndarfundum og hava atkvøðurætt, um nevndarlimur/ limir hava forfall.

    Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Stendur á jøvnum, hevur formaðurin ella, um hann ikki er hjá, næstformaðurin avgerandi atkvøðuna.

    Formaðurin boðar til nevndarfundar, tá tørvur er á, ella tá 2 nevndarlimir krevja tað.

    Tekningarreglur

    § 12

    Eigarafelagið verður bundið av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi.

    Umsiting

    § 13

    Eftir áheitan frá aðalfundinum kann nevndin seta ein umsjónarmann til at taka sær av rakstrinum og viðíkahaldi av samlaðu ognini í samsvari við tað, ið nevndin ger av. Uppí raksturin av samlaðu ognini hoyrir bygningstrygging av bygningunum. Tryggingin skal fevna um sjálvar bygningarnar og øll felagsøki. Nevndin tekur annars avgerð um tryggingarviðurskiftini.

    Trygging av einstøku íbúðini, innbúgvi v.m. er ábyrgdin hjá einstaka eigaranum.

    Nevndin býtir allar felags útreiðslur til fyrisitingina av ognini og syrgir fyri, at hesar útreiðslur verða rindaðar, so sum viðlíkahald og reinhald av øllum felagsøkjum og bygningum.

    Samsýning til umsjónarmann og grannskoðara, herundir eisini samsýning fyri at gera roknskap yvir býtið av felagsútreiðslunum og hita v.m. og fyrisiting av eigarafelagnum, eru felagsútreiðslur fyri felagið.

    Allir eigarar av eigaraíbúðum rinda eitt ávegis limagjald til felags útreiðslur og eitt ávegis gjald til hita, smb. § 3 og § 15. Eigarar hava skyldu til at stovna fasta flyting av limagjaldi og hitagjaldi mánaðarliga.

    1. gjaldið skal rindast í seinasta lagi eftirfylgjandi mánaði, sum eigarin hevur fingið íbúðina.

    Hereftir skal rindast seinast í hvørja mánað.

    Um føst flyting ikki verður stovnað verður ómaksgjald lagt afturat upphæddini.

    Grannskoðaður rakstrarroknskapur fyri alt, sum er í felag í sambandi við raksturin av ognini, verður lagdur fram fyri árliga aðalfundin til góðkenningar.

    Í seinasta lagi 14 dagar aftan á aðalfundin skulu eigararnir hava rindað møguligt restgjald ella í seinasta lagi 8 dagar aftaná, at fráboðan um tann á aðalfundinum góðkenda og samtykta roknskapin er kunngjørd hvønn einstakan íbúðareigara við telduposti og á facebook bólkinum.

    Viðlíkahald uttan og innan

    § 14

    • A: Felags viðlíkahaldið fevnir um alt viðlíkahalds-, endurnýggingar- og umsitingararbeiði hvat tí viðvíkur sum í felag liggur, so sum felags bygningur og bygningspartar annars við tilhoyrandi installatiónum av einumhvørjum slagi, allur felags útbúnaður av einumhvørjum slagi fram til ta einstøku eigaraíbúðina, so sum høvuðselleiðingar, høvuðshita-, vatn- og kloakkleiðingar, ventilatiónsskipan, lyftu, felags antennuskipan, felags uttanumøki við tilhoyrandi torgum, felagsplássi, vegum, gøtum, og smogum og vøkstri av einumhvørjum slagi.

      Felags viðlíkahaldið fevnir eisini um uttanveggja viðlíkahald av húsaklædningi, høvuðsdyr, vindeygu og tekju, herundir eisini máling uttan.

      Hvør íbúðareigari hevur skyldu til at geva handverkarum atgongd til íbúðina, sum eru sendir av nevndini/umsjónarmanninum, tá hetta er neyðugt orsakað av umvælingum, nýgerð, umbygging ella tílíkum arbeiði.

      Um  vindeygu verða málað uttan, hevur eigarin skyldu til samstundis at syrgja fyri, at vindeyguni verða tett og málað innan, um nevndin/ umsjónarmaðurin metir hetta neyðugt.

      Eigarin sjálvur má ikki mála nakað uttandura, uttan at hava fingið loyvi frá nevndini og/ella umsjónarmanninum og bert í samsvari við tað, sum verður kravt.
      • B: Alt viðlíkahald og røkt av tí einstøku eigaraíbúðini innanveggja liggur á viðkomandi  eigara einsamallum.

        Um ein eigaraíbúð er fyri grovari misrøkt soleiðis, at hon verður til ampa fyri hinar eigararnar, so kann nevndin krevja, at neyðugar ábøtur verða gjørdar innan eina ávísa freist.

        Ger eigarin ikki eftir boðum frá nevndini, kann nevndin lata arbeiðið gera fyri rokning eigarans.

      Hitaskipan

      § 15

      Allir limir hava skyldu at vera partur av eini felags hitaskipan, sum veitir hita til allar íbúðirnar. Ikki er loyvt at útvega sær alternativa hitaskipan ella ískoytishitaskipan.

      Nýtsla av eigaraíbúð

      § 16

      Ein og hvør eigari hevur nýtslurætt, útleigurætt, rætt til at selja, lániupptøkurætt og testatiónsrætt yvir sína eigaraíbúð, eins og rættindi hansara og skyldur kunnu arvast og verða grundarlag fyri sakarmálum.

      Íbúðin má við útleigan ikki koma at líkjast einari klubbíbúð og/ella kollektivi, men verður leigað út, skal øll íbúðin verða útleigað.

      Verður ein eigaraíbúð útleigað, hevur eigarafelagið mótvegis leigaranum somu rættindi viðvíkjandi svíkjan leigarans av skyldum sínum, sum tey ein eigari hevur mótvegis einum leigara sambært leigulóg og galdandi húsareglugerð, og kann felagið sjálvstøðugt vera sakarmálspartur mótvegis leigaranum, møguliga síðuloypandi við eigaran.

      Leigarin hevur skyldu til at fráflyta leigumálið við stytts møguligum varsli sambært leigulógini, um so er, at eigaraíbúðin orsakað av, at eigarin ikki heldur skyldur sínar, á tvingsilssølu verður yvirtikin av einum keypara ella av einum veðhavara, sum ikki hevur fingið fulna. Tað liggur á eigaranum av íbúðini at syrgja fyri, at hesar ásetingar verða tiknar við í leigusáttmálan, sum í tí sambandinum skal leggjast fyri nevndina til kunningar í hvørjum einstøkum føri.

      Íbúðirnar skulu nýtast til bústað og eigarin kann broyta, nýtímansgera og betra sína eigaraíbúð, herundir flyta ella koyra burtur ikki berandi skilaveggir í tann mun, hetta ikki er til ampa fyri hinar eigararnar.

      Neyðugar rørgjøgnumføringar ella tílíkt kunnu tó bert gerast við játtan frá teimum eigarum, sum verða ávirkaðir av hesum beinleiðis, tó kann tað á aðalfundi avgerast, at ein eigari hevur skyldu til at finna seg í rørgjøgnumføringum v.m., møguliga móti endurgjaldi fyri styttri og áhaldandi ampa, og bert um so er, at hansara noktan má metast onga rímuliga orsøk hava.

      Eigarin hevur skyldu til at fáa til vega loyvi frá byggimyndugleikunum í øllum førum, har slíkt krevst, og at lata nevndini/umsjónarmannin fáa avrit av byggiloyvum og av loyvi til at taka íbúðina í nýtslu, umframt eina tekning.

      Viðvíkjandi installatiónum, sum krevja størri nýtslu av vatni ella el, skal loyvi fáast frá nevndini, áðrenn installatiónirnar verða gjørdar, og sum treyt fyri at loyva slíkum installatiónum, kann verða kravt eitt variabult gjald, svarandi til øktu nýtsluna, eins og aðrar treytir kunnu verða settar.

      Víðari verður loyvið givið við teirri fyritreyt, at eigarin hevur ábyrgd fyri skaðum, sum standast av, at installatiónin overvar tær verandi forsýningskanalirnar og frárenningarinstallatiónirnar, og at eigarin, um so er, at seinri líknandi installatiónir viðføra krav frá myndugleikum um víðkan av sovorðnum forsýningskanalum og/ella frárenslinstallatiónum, og tann av eigaranum gjørda installatión hevur medvirkað til eina ovbyrjing, sum førir til krav um víðkan, rindar ein eftir umstøðunum hóskandi part av útreiðslunum til víðkanina, møguliga við møguleika til lutfalsliga endurgreiðslu av gjaldinum við samsvarandi installatiónum í øðrum íbúðum, sum hervið nýta víðkanina. Sum trygd fyri hesum kravi kann felagið krevja, at eigarin rindar eitt depositum, umframt áðurnevnda variabla gjald.

      Fæst ikki semja um, hvønn part av tílíkum útreiðslum, sum nevnt í seinasta stk., áliggja eigaranum, verður hesin spurningur endaliga at avgera av einum gerðarrætti upp á 2 limir, tilnevndir av sorinskrivaranum, sum skulu hava serligt innlit í eigaraíbúðarviðurskiftum.

      Semjast hesir ikki, verður tað sorinskrivarin, sum endaliga avger spurningin við støði í og innan karmin av upphæddum hjá teimum báðum gerðarrættarlimunum. Gerðarætturin avger eisini endaliga útreiðslurnar av gerðarrættarmálinum.

      Gerðarrætturin skal leggja dent á tað gagn og nýtsluvirðið, sum viðkomandi installatión ella modernisering hevur við sær fyri tann einstaka eigaran.

      Felags installatiónir, nútímansgerð v.m.

      § 17

      Eigararnir hava skyldu til at vera við í felags antennuskipan og øðrum tílíkum minni anleggum og at rinda ein lutfalsligan part av íløgu- og rakstrarútreiðslunum, um so er, at ein meiriluti á aðalfundi atkvøður fyri tílíkum anleggum.

      Allir eigararnir hava skyldu til at medvirka til og gjalda ein lutfalsligan part av størri íløgu- og rakstrarútreiðslum í sambandi við moderniseringar, nýinstalleringar v.m., sum aðalfundurin viðtekur við 75% av atkvøðum frá limum, sum eru møttir á aðalfundinum.

      Húsareglugerð v.m.

      § 18

      Eigararnir hava skyldu til at útinna teirra mednýtslurætt til felags ognarrættin, installatiónir, anlegg v.m. við umhugsni og skynsemi.

      Viðvíkjandi húsdjórum verður serliga viðmerkt, at hesi verða hildin soleiðis, at hetta ikki er til ampa fyri ogn ella aðrar íbúgvar. Hundar skulu vera í bandi, tá teir eru uttandura.

      Um ein íbúðareigari grovligani setir til viks skyldur sínar sambært hesum viðtøkum, herundir letur vera við at rinda sínar fíggjarligu veitingar til felagið, við ikki at fylgja lógligum boði, sum nevnd ella aðalfundur gevur honum, ella við framhaldandi broti á húsareglugerðina, ella við at hava farið fram við harðskapi mótvegis medeigarunum, kann nevndin krevja, at viðkomandi eigari fráflytur íbúð síni við 3 mánaðar varningi til tann 1. í einum mánaða.

      Nevndin skal í slíkum føri góðkenna tann leigara, sum íbúðin møguliga verður útleigað til.

      Nevndin kann áseta nærri ella fleiri húsareglur, ið verða at góðkenna av aðalfundinum.

      Grundeigaragrunnur v.m.

      § 19

      Tað kann yvir hvønn ársroknskap verða uppkravd ein av aðalfundinum ásett upphædd til ein grundeigaragrunn.

      Upphæddin verður at rinda eftir støddina á íbúðini, sum er tinglýst.

      Hvørt ár tann 1. januar verður partur eigarans gjørdur upp og verður serskildur roknskapur fyri grundeigaragrunnin at leggja fyri árliga aðalfundin.

      Nevndin hevur rætt til, til felags besta, at nýta ognir grunnsins til t.d. endurnýggjan av anleggum v.m. Tá soleiðis er, verður partur eigarans í grundeigaragrunninum minkaður við einari eftir býtistali útroknaðari upphædd, sum verður at gjalda, møguliga í ratum, sum nærri verður fyriskipað av aðalfundinum.

      Møguligar rentur falla lutfalsliga til part einstøku eigaranna. Tó kann aðalfundurin avgera, at renturnar skulu útgjaldast – ella javnast við býti av felagsútreiðslum.

      Upphæddirnar til grunnin kunnu eftir avgerð av aðalfundinum krevjast javnaðar uppeftir við 1 mánaða varningi.

      Eigararnir hava rætt og skyldu til at avhenda sín part í grundeigaragrunninum, tá íbúðin verður seld, men kunnu ikki á annan hátt ráða yvir honum.

      Tinglýsing

      § 20

      Viðtøkurnar fyri eigarafelagið verða at tinglýsa sum servituttur á matr.nr. 1401c, Tórshavn.

      Átalurætt hevur eigarafelagið við nevndini og ein og hvør íbúðareigari.

      Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn, tann 20. desember 2022, og broytt á aðalfundi tann 14. maj 2025.