Tøming av ruskbingjum

Ruskbingur verða tømdar hvønn týsmorgun, tó papp/pappír 6. hvørja viku.

Pappkassar skula leggjast saman og skerast í minnið stykkir.

Stórt papp frá flyting skal ikki í bingjurnar, hetta skal eigarin sjálvur beina burtur.

Lívrunnið burturkast skal burturbeinast á brennistøðini á Hjalla.

Glas, battarí og annað vandamikið burturkast skal ein sjálvur beina burtur.

Bundið skal vera fyri posar við húsarhaldsruski, og ruskið skal annars skiljast sambært galdandi reglum.

Tað skal ikki fyllast meiri í bingjurnar enn at loka kann fáast væl aftur.

Tað er strangliga bannað at seta rusk við síðuna av bingjunum.

Lignende indlæg